Jólahugni við heimabakstri

Nú tað stundar til jóla, hava tvær ungar havnarkvinnur latið sína egnu jólacafé upp, har tær borðreiða við einum drekkamunni og góðum heimabakstri, umframt at spøl eisini eru. Hugnaliga caféin liggur á Hoydalsvegi 9 í síðstu húsunum vestan fyri vegin, áðrenn komið verður niðan til Viðarlundina. Har í húsinum hava ungu havnarkvinnurnar, Joan Sørensen og Maria Dahl, innrættað stovuna til eina hugnaliga jólastovu.

? Vit lesa báðar uttanlands, og tá vit nú skuldu heim í jólafrí, vildu vit royna okkurt øðrvísi, og burtur úr tí spurdist henda verkætlanin, siga tær báðar, ið sjálvar eru vertir á caféini, umframt at tær sjálvar eisini baka og gera til alt tað, sum kann fáast til keyps.

Hvønn dag borðreiða tær við dagsins køku, umframt at tær hava muffins, holukøkur, smákøkur og annan bakstur, og afturvið ber til at fáa ein góðan drekkamunn ? caffè latte, vanligt kaffi ella te ? umframt at okkurt søtari er til tey yngru, um tey heldur vilja hava tað.

? Hetta hevur verið ordiliga stuttligt, og onkra løtu hevur verið sera nógv at gjørt, meðan tað aðrar løtur hevur verið eitt sindur friðarligari. Vit eru glaðar fyri, at vit valdu at royna hetta. Her ber veruliga til hjá fólki at hugna sær í friði og náðum og vera eitt sindur burtur frá øllum jólameldrinum. Vit hava eisini spøl og annað, so tað minnir mest møguligt um tann góða, gamla jólahugnan, siga Joan og Maria.

Til jóla er caféin, sum eitur Miusa Tannklinikk eftir gamla eigaranum av húsinum, opin frá klokkan 13 til 21. Stongt verður á jólum, nýggjársaftan og nýggjársdag, men triðja jóladag verður opið frá klokkan 15 til 21. Annars er opið frá klokkan 13 til 21 allar dagarnar fram til og við 5. januar.