Jólahugni og matur í Vágsbotni

Á einum av jólabásunum á torginum í Vágsbotni hevur Sjógæti sølubúð, og selt verður heilt fram til 23 desember, hvønn dag frá klokkan 12-18. Á básinum selur fyritøkan fisk og kips. Undir Bryggjubakka eru eisini aðrar sølubúðir og onkur framsýning, og á torginum skiftast onnur um at selja ymiskt á hinum báðum básunum, sum eisini eru har.

Stjórin í Sjógæta, Hans Marius í Byrgi, sigur, at tey hava bundið seg til at selja hvønn dag í Vágsbotni, men tey kundu hugsað sær, at meiri var at gera onkrar seinnapartar.

- Vágsbotnur er eitt sera hugnaligt umhvørvi nú í desember og fólk, sum leita oman higar, eru meiri enn vælkomin at vitja okkum og fáa sær mettuna við besta fiski og kipsi, sigur hann.

Sjógæti er virkið við Norðskála, ið framleiðir ymiskar fiskavørur, fiskafrikadellur og fiskafars til føroyska heimamarknaðin. Seks fólk starvast hjá fyritøkuni, og umleið helmingurin av umsetninginum er úr sølu á føroyska marknaðinum.

Hans Marius í Byrgi vísir á, at Sjógæti hevur stóran áhuga í heimamarknaðinum, og tí er felagið at kalla hvønn fríggjadag frá klokkan 10-12 í Vágsbotni við fiskavørum, umframt at felagið eisini ger eitt rend til Suðuroyar og í Vágar umleið eina ferð um mánaðin. Selt verður úr snotuligum vogni, sum er innrættaður til endamálið.

- Herfyri lótu vit eisini upp fiskahandil í bygninginum hjá Snodd á Toftum. ??Hetta er fyrsta beinleiðis sølubúðin, sum Sjógæti letur upp.

Stjórin sigur, at handilin á Toftum er opin fríggjadag frá klokkan 10-14, men allar vanligar yrkadagar kunnu vørur bíleggjast hjá Sjógæta á Toftum, sum hvønn fríggjadag og mánadag hevur væl umtókt og steikiklárt gulllaksafars, ið bæði kann brúkast til frikadellur og knettir.?

- Primert selja vit frystar fiskavørur í sølubúðini á Toftum, men annars kunnu allar tær vørur, sum Sjógæti selur - eisini tær fesku vørurnar - bíleggjast og avheintast í fiskahandlinum á Toftum, sigur Hans Marius í Byrgi.