Gudstænastan verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church í Møllergata 30 í Oslo, har føroyska jólagudstænastan hevur verið hildin í nógv ár.
Tað er Norsk-færøysk lag, sum skipar fyri gudstænastuni, ið byrjar klokkan 15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aftaná gudstænastuna verður kirkjukaffi og høvi at fáa sær eitt prát við aðrar føroyingar og onnur við tilknýti til Føroyar.
Føroyska jólaguðstænastan í Oslo hevur verið hildin á hvørjum árið síðani fyrst í nítiárunum.