Jólafløga hjálpir Kvinnuhúsinum

Nakað fyri jól kom ein serlig jólafløga út á føroyska marknaðin. Talan var um fløguna "Jól fyri øll" við 20 føroyskum jólasangum, har bæði eldri og yngri føroysk tónlistafólk framføra.

Allur ágóðin er farin til Kvinnuhúsið í Havn, og herfyri fekk Kvinnuhúsið handað kekkin við inntøkuni av stuðulsfløguni.

Upphæddin gjørdist 192.500 krónur.

- Vit eru sera fegnar um hjálpina, og vilja takka Sendistovuni og Expert fyri hugskotið til og framleiðsluna av fløguni. Somuleiðis stóra tøkk til tónleikarar og miðlarnar fyri lýsingarátøkini. Og tykkum ið hava havt fløguna liggjandi til sølu, og øllum, ið hava keypt fløguna, sigur tey frá Kvinnuhúsinum.

Alt arbeiði við og á fløguni er gjørt ókeypis, soleiðis at allur ágóðin er farin óskerdur til Kvinnuhúsið.