Jólabryggj og -brús streyma úr Klaksvík

Av Føroya Bjór í Klaksvík siga tey seg hava merkt eina munandi framgongd í jólasøluni, tá sammett verður við undanfarin ár.
- Eg fari ikki at nevna nøkur tøl. Men vøksturin liggur um eini 20% sammett við í fjør. Og tað er sjálvandi nakað, sum vit eru sera fegin um, sigur Einar Waag, stjóri.
Hann sigur, at talan hevur verið um javnan vøkstur um alt landið. Og eisini er nakað av jólabrygginum selt í Danmark, har felagið, Vestjysk Ølkultur, nú bjóðar seg fram sum útvegari av jólabryggi úr Klaksvík. Hetta er sama felag, sum fleiri ár á rað hevur atkvøtt Føroya Bjór inn sum vinnara, tá felagið hevur havt royndarsmakkingar av páska- og jólabryggi.