Jólabýurin í Vágsbotni settur upp

Tað stundar til jóla, og tað sæðst aftur í virkseminum runt landið, handlar eru farnir at selja jólapríði, hús eru pyntaði, og fleiri fyritøkur hava sett ljós upp at lýsa okkum gjøgnum tann myrka veturin. Hugnin er í hásæti.

 

 

 

Í løtuni er tað Vágsbotnur ið verður pyntaður, og tað hugnar um hjá Nólsoyar Páll, ið vanliga stendur har einsamallur. Jólabýurin verður settur upp í løtuni, og sostatt byrjar miðbýurin í høvuðsstaðnum at hugna um til jólar.