Nú eru jólabússurnar hjá Frelsunarherðinum settar í handlarnar, og tann, sum leggur pening í hesar bússur er við til at hjálpa teimum við vælgerðararbeiði.
Tað mesta av peninginum, sum kemur inn, fer til Herberg Frelsunarhersins í Niels Winthersgøtu 3. Hetta er eitt tilboð um mat, song og persónliga røkt.
Higartil í ár hava verið um 2000 yvirnáttingar. Harafturat hava umleið 2000 gjørt brúk av dagtilboðnum, har møguleiki er at fáa døgurða.
Allar matútreiðslur verða goldnar av tí peningi, sum kemur úr jólabússum og gávum.
Frelsunarherurin er ógvuliga takksamur fyri hjálpina, sum verður givin at stuðla arbeiðnum, verður sagt í tíðindaskriv.