Jólaakvavittið tikið av hillunum

Aalborg Jule Akvavit 2010 er tikið aftur av framleiðaranum. Orsøkin er, at eitt litevni í proppinum kann fara út í drykkin.

Á hvøjrum ári ger Aalborg Akvavit eitt serligt jólaakvavitt, sum verður latið í serligar fløskur, sum hava nýtt snið á hvørjum ári.

Men nú hava framleiðararnir tikið jólaakvavittið í ár innaftur. Orsøkin er ikki, at ov nógv alkohol er í drykkinum, men at eitt litevni er í proppinum, sum kann fara út í drykkin, og tað verður ikki mett ráðiligt at selja fólki.

- Vit hava verið í sambandi við okkara veitarar, og hóast litevnið ikki er til vanda fyri heilsuna, taka vit neyðug fyrivarni og velja tí at taka akvavittið inn aftur, sigur felagið Pernod Ricard Danmark, sum fyri tveimum árum síðani keypti Aalborg akvavittið frá Vin & Sprit.

Sagt verður, at tey, sum longu hava keypt sær jólaakvavitt, kunnu lata fløskuna inn aftur, har hon er keypt.