Tann 2. og 3. desember 2006 hevur FSO (Føroya Symfoniorkestur) eina konsertrøð við hugnaligum og løttum tónleiki fyri alla familjuna. Konsertrøðin byrjar í Ítróttarhøllini í Klaksvík leygardagin 3. des. Kl. 11.00, heldur síðan fram í Ítróttarhøllini í Runavík seinnapartin sama dag kl. 16.00 og endar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn sunnudagin kl. 16.00.
Skráin er fjølbroytt. Byrjað verður við einari syrpu (potpourri) av jólaløgum, skipað fyri orkestur av Leroy Anderson. Síðani spælir á violin evnaríka Heiðrun Petersen vakra lagið Meditation úr operaini “Thais” av Massenet.
Konsertin heldur fram við sera áhugaverdu søguni um “Tubby the Tuba” og er skrivað av George Kleinsinger. Ein tuba – tað eru kanska ikki øll, sum vita, hvat ein tuba er – men tað eru tey allarstørstu ljóðførini í einum hornorkestri, sum ivaleyst øll hava lagt merki til. Ein tuba í einum orkestri spælir vanliga bassin, og ofta er tað ikki nakað beinleiðis lag, men styðjandi tónar, og onkur argar teir sum spæla við, at tað er bara bum-bum. Tí er tubain øvundsjúk inn á violinirnar, sum altíð fáa besta lagið at spæla, og sum øll lurta eftir. Hvussu hetta tekur seg upp, fer frásøgumaðurin Herfinn Árnafjall at siga okkum.
So fara vit at hoyra “Hedwigs Theme” úr filminum um Harry Potter. John Williams hevur gjørt henda tónleikin. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, hevur skrivað eitt lag, sum hann kallar “Mánalýsi”, og verður tað framført av ungdómsstrúkarum saman við, Erlu, Ingu, Kristinu og Onnu, sum syngja.
FSO heldur fram við nøkrum íslendskum fólkaløgum skipað fyri orkestur av Páli Pamplicher Pállsson. Konsertin endar við at eini stórthundrað børn úr ymsum støðum í Føroyum fara at syngja saman við orkestrinum. Sangirnir vera: “Tað brenna túsund jólaljós í nátt”, har Eyðun á Lakjuni hevur gjørt lagið “Nú er desember komin”, orð og lag Elsa Annika Simonsen og “So fjart har í vøggu”, týskt lag. Orð eftir A. Andreasen. Kári Bæk og Edvard N. Debess hava skipað nevndu løg fyri symfoniorkestur. Atgongumerkini til familjukonsertirnar kosta 75 krónur.