Jólasølan hjá Tilhaldinum verður í ár í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn. Frá leygardegnum. 28. november til 23. desember verður opið hvønn dag uttan sunnudag frá kl. 14 ? 18.
Niðara hædd hjá Katrinu Christiansen verður framsýning og handil við gomlum tingum.
Ovara hæddin verður gørd um til gamalt posthús. Postsavnið letur møblar til endamálið og gomul postkort eru gjørd til hetta høvið.










