Jákup: Vit høvdu uppiborið at vunnið (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen seta orð á vónbrotið móti HB, og hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Hjalgrím Elttør seta orð á útlitini hjá KÍ restina av kappingini

##med2##

Annað árið á rað hava klaksvíkingar upplivað, at HB hevur sent teir úr steypakappingini í dysti norðuri í Klaksvík, og í kvøld var tað aftaná hádramatikk.

KÍ - HB 1-1 (0-1) 5-6 eftir brotssparkskapping

0-1: Ási Dam (12.)

1-1: Patrik Johannesen (69.)

Brotssparkskapping

2-1: Jóannes K. Danielsen

2-1: Kevin Schindler í tvørtræið

2-1: Boris Dosljak Teitur Matras Gestsson bjargar

2-1: Heðin Hansen Kristian Joensen bjargar

3-1: Patrik Johannesen

3-2: Daniel Johansen

4-2: Jákup B. Andreasen

4-3: Mathias Nygaard

4-3: Jóannes Bjartalíð Teitur Matras Gestsson bjargar

4-4: Teitur Matras Gestsson

5-4: Steinbjørn Olsen

5-5: Hilmar Leon Jakobsen

5-5: Ólavur Niclasen Teitur Matras Gestsson bjargar

5-6: Dan í Soylu

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við ein vónsviknan liðskipara hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen aftaná taptu áttandapartsfinaluna móti HB á heimavølli. Jákup heldur avgjørt, at KÍ var tað betra liðið og hevði uppiborið at vunnið, men teir tóku ikki av møguleikunum. Nú ætlar KÍ avgjørt at reisa seg til dystin móti B36 á útivølli komandi sunnudag. 

2) Hoyr Hjalgrím Elttør, ið fekk debut sum viðmerkjari hjá FM1 seta orð á ein minniligan dyst. Hjalgrím heldur ikki, at fólk hava sæð tað besta av KÍ enn, og hann væntar ein styrkur kemur til hópin hjá KÍ allarfyrsta dagin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og teimum avgerandi brotsspørkunum. Hoyr eisini samrøður Tróndur gjørdi við Teit Matras Gestsson og Ása Dam hjá HB. 

##med3##

 

(Samrøður: Jákup B. Andreasen og Hjalgrím Elttør)