Jákup visti av ongum

Ein av teimum, sum ikki er partur av landsliðshópinum, sum í næstu viku fer til Íslands, er Jákup á Borg úr B36.

 

Hetta er uttan iva nakað, sum kemur óvart á nógv, og fyri spælaran sjálvan var hetta í øllum førum púrasta óvæntað.

- Eg má bara siga, at eg eri ógvuliga vónsvikin. Eitt er, um venjarin ikki metir meg hava tað, sum skal til, fyri at spæla á landsliðnum. Men eg havi verið partur av hópinum í meira enn 10 ár, og tí haldi eg tað vera løgið, at eg einki hava fingið at vita undan úttøkuni.

- Sjálvur havi eg eisini roynt at fingið fatur á Heðini Askham, so eg kann fáa eina frágreiðing frá honum, men tað hevur so ikki eydnast mær.

 

Jákup á Borg hevur spælt á føroyska 54 ferðir, og hevur hann skotið tvey mál. Og stendur tað til hansara, so verður dystartalið ikki standandi á hesum.

- Eg eri ógvuliga vónsvikin nú, men tað skal eingin sum helst ivi vera um, at eg ætli mær í hópin aftur. Og tað fari eg at arbeiða hart fyri, sigur Jákup á Borg.