- Hann imponerar meg hvønn dag. Áðrenn vit blivu samánarar av fyritøkuni visti eg, at hann var arbeiðssamur, hevði nógv góð hugskot og eisini tordi at siga sína meining. Men eg má siga, at fyri hvønn dag, sum gongur, finni eg fleiri góðar síður við honum. Hann er eitt stórt pluss fyri okkara fyritøku, og ein fantastiskur makkari.