Jákup Thomsen, sum er sáttmálabundin í danska superligafelagnum FC Midtjylland, hevur nú eisini roynt seg á besta liðnum.
Málið fyri U19 liðið hjá FC Midtjylland sæst við at trýsta HER
Framherjin, ið spælir á føroyska U19 og U21 landsliðnum, var um vikuskiftið í hópinum hjá besta liðnum hjá FC Midtjylland, sum vann 3-2 á Sønderjyske. Tað er ikki ókent, at FCM gevur ungum spælarum møguleikan at snodda til besta liðið.
At Jákup Thomsen hevur eygað fyri málinum prógvaði hann so í gjár, tá hann skoraði í 2-0 sigri á U19 liðnum hjá Brøndby. Føroyski framherjin stútaði hornaspark í málið.