##med2##
- Tá vit møta upp til dystin sum vit gera, og tá KÍ møtir upp til dystin sum teir gera, so er ikki nógv at gera. Tað var klassamunur.
Hetta staðfesti høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg aftaná greiða 0-3 tapið móti KÍ sum gjørdist eitt antiklimaks á sjálvum 40 ára føðingardegnum hjá Jákupi á Borg.
Tá dysturin í dag er farin afturum um nakrar dagar heldur Jákup á Borg seg tó kunnu hyggja aftur á eitt annars gott kappingarár hjá B36 í Betrideildini.
Men Jákup viðgongur, at aftaná mongu klemmini frá B36-viðhaldsfólkunum er tað ógvuliga tungt at tapa so greitt. Tað iðrar Jákup, at B36 ikki fekk minkað um munin til 1-2, og fekk skapt meira spenning um úrslitið.
Jákup minnir tó á, at hann fyrr hevur verið í støðuni sum tapari, men tá er hann saman við liðum sínum komin sterkt aftur, og tað ætlar hann eisini at gera hesaferð.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná 0-3 tapið móti KÍ.