Ein vakran dag á heysti í 1958 stóð ein lýsing í bløðunum, har eitt ið nevndist Fiskirannsóknarstovan søkti eftir einum “biologassistenti”.
Eg út í Tinganes, upp trappurnar í ytstu húsunum, og har sótð Fiski..... á einum skelti; men út kom Gunnar Gunnarson: “Nei góði, hetta er Fiskivinnustovan, Fiskirannsóknarstovan er niðri í kjallaranum”. Niður aftur trappurnar, inn gjøgnum dyrnar undir trappuni, og bankaði á hurðina til høgru: Út kom Karstin Hoydal við knívi í aðrari hond og einum klippfiski í hinari: “Nei hetta er Fiskiídnaðarstovan, handan hurðin har er inn til Fiskirannsóknarstovuna, -men eg haldi at Jákup Sverri er niðri á “Kúrberg”.
Niðri á keiini hjá “Rubek” í Vágsbotni lá Kúrberg, og ein ungdómligur maður stóð og hugdi niður í lastina, sum var full av nebbasild. Teir høvdu verið og royndar-trolað undir Saksunnarbjørgunum, og her byrjaði so 30 ára langa arbeiðið hjá mær saman við Jákup Sverra, sum vardi heilt til hann fór frá fyri aldur í 1988..
Fiskirannsóknarstovan var tá deild undir “Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser”.
Jákup Sverri hevði í fleiri ár gjørt kanningar í Føroyum á summri og arbeitt niðri á “Charlottenlund Slot” vetrar-hálvuna. Várið 1959 flutti Jákup so heim til Føroya við húski.
Fjølbroytt arbeiði
Spennandi er at “bróta upp úr nýggjum” og mangt og hvat fingust vit við hesi fyrstu árini:
Lógu úti á Høgnaboga og merktu fisk við “ENNI” og Tummas Jacobsen úr Gøtu sum skipara, merktu hópin av seiði, mest á Hælinum í Hesti við systkynnabarninum “Gimma”, og trolaðu eftir upsa á Fugloyarbanka við “Tindhólmi” og Esmar Fugløe sum skipara. – Nógvur stórur upsi kom á dekkið.
Føroyingar royndu tá nógv í Vesturgrønlandi, og tvey ár á rað 1962 of 63 sendi Jákup meg og Niels Nolsoe við Kaj Johannesen og Skálabergi at kanna trolveiðuna í Grønlandi.
Sum frá leið vórðu fleiri hjálparfólk sett á Fiskirannsóknarstovuni.
Tá premia á sinni varð latin fyri at veiða kóp, komu allir undirkjaftarnir til okkara at halda skil á. Tá grind var, fóru vit út at máta upp og taka royndir av hvalunum (m.a. fyri at kanna fyri kyksylvur, DDT og PCB), og tá Føroya Sílaveiðifelag hevði bygt sær Sílastovuna í Sandágerði, vóru vit við at taka fyrsta laksaparið við elektrofisking í Fjarðará í 1963, at nýta til at nøra um laksastovnin í áunum.
Aling
At ala síl í “dambrúkum” var tá ein týðandi vinna í Danmark.
Fleiri spurdu Fiskirannsóknarstovuna um hetta, og í 1964 skrivaði Jákup Sverri til Danmarks Fiskeri og Havundersøgelser, og spurdi um tað bar til at fáa ein mann niður á síla- royndarstøðina í Brøns, at kunna seg við hesa vinnu. Eisini skrivaði hann til Gunnar Rollefsen, stjóra á Havforskningsinstituttet í Bergen, nú norðmenn vóru farnir at ala síl í sjógvi.
“Frágreiðing um ferð til “dambrúk” í Danmark og Noregi, og møguleikar fyri hesi vinnu í Føroyum”, kom í 1965.
Tvey ár frammanundan hevði Júst í Túni saman við Ivan Johannesen verið inni í Sykkylven og sæð eina av teimum fyrstu sílaalistøðunum á sjónum í Noregi.
Fiskirannsóknarstovan leigaði Sildrekan í 1966 at leita eftir sild, og meðan vit í mars mánaða á Sandoyarbanka veiddu av seinastu torvunum av norðhavssild á okkara leiðum í tí umfarinum, varð so dúliga prátað um sílaaling á brúnnið, at fyrstu sílarognini longu 11 mai sama ár komu frá royndarstøðini í Brøns.
Laksur undir Føroyum
Sum eg byrjaði á Fiskirannsóknarstovuni 1. desember í 1958, hevði Jákup Sverri í apríl sama ár skrivað upp, at ein laksur sum vigaði heili 26 pund var fingin á snellu á Norðhavinum. Vit fingu síðan fleiri ár at vita um laksar veiddar á snellu norðanfyri.
Jákup tók starvsfólkið við upp á ráð, og tá Osmundur Justinussen, sum kendi til veiðu við laksalínu í Eystrasalti, kom at arbeiða á Fiskirannsóknarstovuni, varð dúgliga prátað um at fara at royna undir Føroyum.
Osmundur skaffaði útgerðina, og fyrsta setan var á Nólsoyarbanka 1. des 1967.
Hóast vit bert fingu ein lítlan laks hesa fyrstu setuna ( 39cm, 895 gram, aldur 2+ og bert við einum nýgloyptum tumma longum sildamurti í maganum) so var hetta byrjanin til laksaveiðu í fleiri ár norðanfyri, har eitt nú 9 bátar í 1976-77 veiddu 40 tons av laksi.
Í 1968, fóru vit undir at merkja laks á opnum havi við J.C. Svabo, og fingu væl at vita um hvussu hesin fiskur ferðast.
Fuglakanningar
Bræv kom frá Erik Mortensen til Jákup Sverra, har han gramdi seg um at rættuligt hóttafall var komið á fuglin. Eg hevði tá í mong ár merkt fugl fyri Zoologisk Museum í Keypmannahavn, og Jákup gav mær leysar teymar at fara undir at kanna um tað bar til at ringmerkja mun-andi tal av lomviga.
Fyrstu 1.000 krónurnar til hetta arbeiði komu frá “Grunnurin til vísindaligar fiskivinnukanningar”, viðmælt av Sámal Petersen.
Byrjað varð á Viðareiði, har vit í 1968 drógu áttamannafarið hjá Albert Matras av helluni, og fingu merkt 500 lomvigar. – At merkja fugl saman við royndum snarumonnum úr Viðoy, Skúvoy og seinni Tvøroyri, gav, saman við samrøðum m.a. við Johan og Kjartan Hentze í Skúvoy, Albert Matras á Viðareiði og Janus bónda á Dímun, eitt klárt innlit í fuglalívið, sum ikki hevði borið til at lisið sær til. Ìalt vórðu merktar eini 5.000 lomvigar.
The National Trust for Scotland cruise ship “M.V. Regina Maris” kom á Havnini í mai 1970 - í samband við 30 ára minnis-vitjan av: “Royal Marines” sum komu her 13.apríl -1940 og “Lovat Scouts” sum komu seint í mai. Við í ferðini var kendi fuglafrøðingurin og føroyavinurin Kenneth Williamson, sum m.a. skrivaði “The Atlantic Islands”. Framman undan hevði eg haft væl av brævasambandi við Kenneth Williamson, m.a. um møguleikar at fáa royndar fuglamenn úr Bretlandi at hjálpa til at telja sjófugl í Føroyum.
Á fundi 27. mai 1970 á skrivstovuni hjá Jákupi, tók hesin royndi fuglamaður fult undir við Jákupi Sverra og mær í, at tað var skilagott at Fiskirannsóknarstovan helt fram við at kanna sjófuglin undir Føroyum, tí sjófuglurin er eitt sera gott “barometur” og ein týðandi táttur í allari vistfrøðini á landgrunninum. Hesar kanningar verða enn, í góðum hondum, gjørdar av Havstovuni, sum tað nú eitur.
P/F Fiskaaling
Tá Alistøðirnar hjá Júst í Túni ikki megnaðu meira fíggjarliga, avráddu Atli Dam, ið tá var løgmaður, og Jákup Sverri at haldast skuldi fram við royndunum at ala síl. Landið setti tá 50% av partapeningi í P/F Fiskaling, har Júst var stjóri og Jákup Sverri formaður í nevndini.
Í 1973 gavst Júst, og landið átti nú allan partapeningin í felagnum.
Í nevndina komu tá: Jákup Sverri formaður, Esbern Zachariassen umboðandi Føroya Landsstýri og Edmund Joensen virkisleiðari á Fiskaaling. Eg var valdur til stjóra, og í 1976 kom Jørgen Hansen í nevndina fyri Esbern.
Jákup Sverri var ikki ein stjóri sum deildi ella bresti við hurðum. Stillført og siðiliga, vísti hann starvsfólkunum viðurkenning og tók okkum upp á ráð, og soleiðis varð bygdur ein “sosialur kapitalur” á stovninum, sum gav gott álit og “kemi” millum leiðslu og starvsfólk.
Samarbeiðið hjá mær, sum stjóri á P/F Fiskaaling, við nevndina var, bæði í stríða mótrákinum øll 70 árini, og í viðrákinum í 80 árunum eitt skúladømi um gott “team work”, har hvør fekk givið sítt íkast, hvør við sínum sera ymisku fortreytum og førleikum.
Fleiri vóru tey, ið hildu at Jákup Sverri brúkti alt og nógv av síni tíð, og av avmarkaðu arbeiðsorkuni hjá Fiskirannsóknarastovuni til hesar fyrstu royndir at ala fisk í Føroyum. Neyvan hevði tað verið hugsanin, um tað tá bar til at kaga í “krystalkúluna” fram til 2013, nú Jákup legði árar inn.
Vit minnast Jákup Sverra við takksemi og virðing.
------
Andrias Reinert