Hesum hevur Jákup sjálvur boðað frá í dag.
Tað merkir, at HB má vera liðskiparan fyriuttan seinastu fýra dystirnar av kappingarárinum, nú liðið stríðist um bronsumerkini.
Eisini merkir tað, at landsliðið má vera spælaran fyriuttan teir tríggjar komandi dystirnar, sum eru móti Fraklandi, Ukraina og Italia.
Avboðið kemur tí eisini illa við hjá landsliðsvenjaranum, sum undan seinasta dysti fekk avboð frá Marna Djurhuus, og tí valdi at nýta Jákup á vinstra bakki. Til komandi dystin hevur Atli Danielsen eisini leikbann, men hinvegin er Óli Johannesen tá tøkur.