Jákup skal royna seg í Onglandi

Komandi vikuna verður landsliðsleikarin í Crewe, har hann skal sannføra leiðsluna um, at hann eigur at teljast millum leikararnar í felagnum

Yrkisfótbóltur

Sum vit áður hava nevnt, so hava føroysku avrikini á fótbóltslandsliðnum av álvara skumpað undir útlendska áhugan fyri føroyskum leikarum.
Eitt er tó áhugin. Nakað annað er, hvørji ítøkilig úrslit spyrjast burtur úr hesum, og nú er líkt til, at okkurt er í umbúna.
Í øllum førum kann nú staðfestast, at Jákup á Borg, sum var ein av teimum, sum mundi standa sterkastur í myndini í Hannover, í næstum fer av landinum til royndarvenjingar.

Fáar viðmerkingar
Tað er Crewe Alexandra í triðbestu ensku deildini, sum hevur sýnt Jákupi áhuga, og sjálvur váttar Jákup, at hann sunnudagin fer til Onglands, har hann í eina viku skal royna seg hjá felagnum. Bæði í venjing og í dysti.
Onkrir snøklar hava verið í hesum, og millum annað var spurningur um at fáa frí frá arbeiði, men arbeiðsgevarin hevur tó sýnt vælvild, so »ís-sølumaðurin« á føroyska landsliðnum fekk umstður at fara avstað.
Tað er tó ikki stórvegis, sum fæst at vita um ferðina. Sum sagt váttar Jákup á Borg sjálvur, at hann verður burturi í eina viku, og tað sama ger umboðsmaður hansara, Jákup í Stórustovu. Hann váttar, at Jákup á Borg verður í Crewe komandi vikuna, men annars hevur hann í løtuni ongar viðmerkingar til málið.

Lítið og tó
Tó at talan kanska ikki er um eitt av navnframastu feløgunum í Onglandi, so er einki at ivast í, at Crewe kann vera eitt áhugavert stað hjá einum ungum føroyskum leikara at koma til.
Felagið hevur í nógv ár borið orð fyri at vera ein av stóru klekingardeplunum í enskum fótbólti, og millum annað kann nevnast, at eitt nú Danny Murphy úr Liverpool og Neil Lennon úr Celtic traðkaðu sínar barnaskógvar í felagnum, áðrenn teir vórðu seldir víðari.
Venjari í felagnum er Dario Gradi, og hann er ikki hvør sum helst í enskum fótbólti. Yvir høvur man hann teljast millum teir venjarar í enskum fótbóli, sum hava sitið longst í venjarasætinum, og at hann ofta verður nýttur sum serfrøðingur á ymsum miðlum, tá landsdystir og annað eru á skránni, sigur eisini nakað um, at talan er um ein avhildnan venjara.
Sum sagt, so fer Jákup á Borg til Crewe nú sunnudagin, og fram til fríggjadagin skal hann so royna seg í felagnum.