Norðoya Javnaðarfelag hevur enn bara havt fyrsta uppstillingarfund, men kortini er greitt, at býráðslimurin Jákup Mikkelsen stillar uppaftur.
Formaðurin í felagnum, Tummas Lervig er eisini komin á listin.
Hvørki Eyðgunn Samuelsen ella Signhild Joensen, sum báðar hava sitið í býráðnum, stilla upp til býráðsvalið. Eyðgunn Samuelsen boðaði fyri langari tíð síðan frá, at hon hevur valt landspolitikin framum.










