##med2##
- Eg haldi við tí avrikinum vit høvdu í seinna hálvleiki, so kundu vit saktans vunnið hendan dystin. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen aftaná 1-2 tapið fyri B36 á Tórsvølli.
B36 – EB/Streymur 2-1 (2-0)
1-0: Bjarki C. Nielsen (10.)
2-0: Brian Jakobsen (21.)
2-1: Símun Sólheim (78.)
Jákup Martin Joensen staðfestir, at B36 var greitt tað betra liðið í fyrra hálvleiki, men hann slær fast, at í seinna hálvleiki var hansara lið betur, og hann iðrar seg um, at hansara menn ikki fingu meira burturúr málmøguleikunum teir fingu.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen beinleiðis á FM1 aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum. Hoyr eisini samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøðu við Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36.










