FÓTBÓLTUR
2009 skuldi eftir ætlan vera árið, har Jákup Mikkelsen spældi sínar seinastu landsdystir fyri Føroyar.
Eftir dystin móti Litava í fjør heyst hugsaði landsliðsveteranurin um støðuna, og svarið var, at hann var til reiðar at taka eitt ár afturat á landsliðnum, sum hann hevur verið partur av, síðani Føroyar fyri 21 árum síðani komu á altjóða fótbóltskortið.
Støðan broyttist tó í vár, tá Heðin Askham við einum blaðungum og óroyndum landsliðið fór til Íslands.
Nýggja landsliðið vann dystin móti Íslandi, men í upptaktini til dystin snúið tosið seg fyrst og fremst um, um tað var rætt av fyribils setta venjaranum at vraka Jákup Mikkelsen. Hesin fekk tá at vita, at hann ikki longur var fyrsta val millum stólparnar, og tí valdi Jákup at boða frá, at hann gavst á landsliðnum.
Seinni var útsøgnin modererað nakað, tá Jákup Mikkelsen segði, at var støðan tann, at Heðin Askham bara var fyribils settur, so talan var um nýggja støðu, tá nýggjur venjari stóð við stýrisvølin. Tað er hesa støðu, Jákup Mikkelsen nú skal umhugsa.
Avsluttað kapitul
Brian Kerr tóktist annars ikki vera í iva í samrøðu, sum varð prentað í Sosialin í gjár.
– Gunnar Nielsen hevur brotið armin, og hann verður neyvan tøkur til dystirnar, sum nú standa fyri framman. Men Jákup Mikkelsen hevur jú verið ein klassamálverji fyri Føroyar ígjøgnum nógv ár, segði landsliðsvenjarin.
Men Jákup Mikkelsen hevur als ikki hugsað tann tankan enn.
– Í løtuni havi eg í øllum førum nógv annað at hugsa um, nú eg eri partur av venjaratoyminum hjá KÍ. Fyri meg er landsliðið eitt avsluttað kapitul, og eg havi ikki hugsað um tann møguleikan seinastu mánaðirnar, sigur Jákup Mikkelsen, sum tó heldur ikki vísur tankanum frá sær.
– Ringir Brian Kerr, so er tað sjálvandi nakað, sum eg taki støðu til. Og sjálvandi er tað ein møguleiki, sum eg ikki kveistri burtur uttan víðari. Í løtuni er hetta tó ikki nakað, sum eg hugsi um, so her og nú dugi eg ikki at svara, um eg eri tøkur ella ikki, sigur Jákup Mikkelsen.