Tá Jákup Mikkelsen hósdagin segði konuni og børnunum báðum farvæl, var tað við vónini um, at Herfølge framvegis skuldi hava lagnuna í meistarasríðnum í egnum hondum, tá hann kom til hús aftur hóskvøldið.
Veruleikin yvirhálaði so rudduliga vónina. Jákup Mikkelsen og Herfølge megnaðu 1?1 í Silkeborg, og tá Brøndby samstundis tapti 2?0 á útivølli móti AB, var tað greitt, at tað var eitt meistaralið, sum bussurin koyrdi aftur til felagshúsið í Herfølge.
Eilen Mikkelsen, kona Jákup, var saman við einari rúgvu av viðhaldsfólkunum hjá Herfølge, møtt upp at taka ímóti og fagna, og í donsku fjølmiðlunum varð nógv gjørt burturúr bæði í fyrrakvøldið og í gjár.
Hava royndirnar
Jákup Mikkelsen ásannaði eftir lokið stríð, at hann átti sín lut í leiðslumálinum hjá Silkeborg. Undanvindurin, sum var torførur at rokna út, hjálpti væl til, men royndin var so langt úti frá, at bólturin átti ikki at farið í málið, helt Jákup Mikkelsen.
Men eftir at tað var vorðið veruleiki, at Herfølge var danskur meistari, fór Silkeborg málið í skuggan, og Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir og ikki minst venjarin, John Faxe Jensen, vóru í brennideplinum.
? Bara EM heitið í 1992 er størri enn hetta. Eg meti fyrsta meistaraheitið hjá mær sum venjari at vera á hædd við tað fyrsta, sum eg sum spælari vann við Brøndby, segði John Faxe Jensen. Hann hevur vunnið átta DM heiti við Brøndby.
Jens Madsen er ein av bara fýra donskum spælarum, sum hava verið við til at vinna DM fyri trý feløg. Undan DM heitinum við Herfølge hevur hann vunnið við Brøndby og AaB.
Ringrásin
Jákup Mikkelsen er ein annar av teimum heilt fáu Herfølge spælarunum, sum hava roynt at vunnið meistaraskapin. Tá KÍ í 1991 vann FM, var Jákup Mikkelsen málverji. Men hann var ikki í málinum illveðursdagin, tá tað í Gøtu gjørdist greitt, at KÍ hevði vunnið fyrsta FM heitið í 19 ár. Orsøkin var tann, at Jákup hevði ligið sjúkur í fleiri dagar.
Men sjálvt um hann hevði verið sjúkur, so var Jákup við í síðsta umfarinum í 1991. Ta ferðina varð hann skiftur inn sum útispælari ta síðstu løtuna.
Tað síðsta, sum Jákup Mikkelsen gjørdi, áðrenn hann á sumri í 1994 fór til Danmarkar at ganga í skúla, var at taka ímóti gullkrónuni og løgmanssteypinum. Málverjin og liðformaðurin hjá KÍ skoraði uppá brotsspark til 1?0 móti B71, sum í steypafinaluni 3. august í 1994 legði rygg til 2?1 tap.
Knøpp seks ár eru farin, og hósdagurin 25. mai í 2000 er nú innskrivaður í fótbóltssøguna hjá Jákupi Mikkelsen og hjá øllum tí føroyska fótbóltsheiminum sum dagurin, tá fyrsti føroyingurin nakrantíð var við til at vinna ein danskan meistaraskap í fótbólti.
Í morgin fær Jákup gullkrónuna um hálsin, og teir í Herfølge fáa DM steypið. Vit ynskja Jákupi og Herfølge tillukku og blíðan byr í europeisku meistarakappingini. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.