Jákup: Hetta gevur mót uppá meir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um, at B36 gekk gongd í málskjótingina

- Hetta gevur mót uppá meira, staðfestir hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg aftaná 4-1 sigurin hjá B36 ímóti ÍF á ovara vølli í Gundadali í dag. Hjálparvenjarin hjá B36 fegnast um, at liðið hevur vunnið tríggjar dystir á rað, og fegnast um, at tað í dag brast fyri nev við málskjótingini hjá B36 í dag. Ikki minst, at Sebastian Pingel, sum hevur havt trupuleikar við at umseta møguleikar til mál fekk eitt mál í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jákup á Borg um dystin í Gundadali, sum B36 vann 4-1.

 

Jákup á Borg viðgongur, at fyrri hálvleikur minti um gongdina, sum hevur verið seinastu dystirnar, har liðið ikki hevur fingið hol á, men hetta bleiv alt broytt frá byrjan í seinna hálvleiki, tá B36 fyrsta korterið skoraði trý mál.

 

Nú ætlar venjaratoymið hjá B36 at brúka næstu tríggjar vikurnar væl, áðrenn liðið skal spæla ímóti Skála á útivølli, sunnudagin 11. september, og halda fast við góðu gongdina, sum er nú.