TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í B36, Rúna Herup Olsen fyrr í dag.
Í samrøðuni setti Rúni Herup Olsen orð á tann týdningin Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson, sum takka fyri seg á vøllinum í dag hava havt fyri B36. Rúni Herup Olsen umrøður eisini góðu avrikini hjá Eyðuni Klakstein, sum hevur gjørt eitt meir enn góðkent arbeiðið.
Við evropeiskari luttøku, uppflyting til 2. deildarliðið, og bronsuheiðursmerki til besta kvinnuliðið heldur formaðurin í B36, at hann kann verða nøgdur við kappingarárið hjá B36.