TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum sá sínar menn vinna 2-1 á verandi FM-vinnarunum, Víkingi á heimavølli í dag.
B36 skoraði tvey mál uppá deyðbóltsstøður, ið Eli Falkvard Nielsen og Erlendur Magnusson stútaðu í netið aftaná framúr góð hornaspørk sum Łukasz Cieślewicz sendi inn í brotsteigin hjá Víkingi. Og Jákup á Borg fegnast stórliga um, at hansara menn eru blivnir so vandamiklir uppá deyðbóltsstøður.
Jákup á Borg er eisini fegin um enn ein vælspældan dyst hjá sínum monnum. Hann heldur, at Víkingur brúkti nógvar kreftir í fyrra hálvleiki at leggja trýst á B36, og tískil hevði Víkingur ikki somu orkuna í seinna hálvleiki.
Í allari gleðini ergrar Jákup á Borg seg um, at eitt mál hjá Kaimar Saag sum kundi givið B36 eina 3-1 leiðslu bleiv kolldømt fyri rangstøðu, og hann heldur eisini, at Kaimar Saag átti brotsspark í fyrra hálvleiki.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum í dystinum millum B36 og Víking, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice A. Ross hoyrist HER