Jákup fór um teir fjórðings hundrað

Málverjin er 19. spælarin, sum hevur rokkið 25 landsdystum, og Óli Johannesen nýtti stívliga níggju ár at seta metið í


 

landslið


Undan dystinum í Slovenia leygardagin vóru onkrar gitingar um, at kanska fór Allan Simonsen at geva Jens Martini Knudsen møguleikan ímillum stólparnar. Í síðsta dystinum í 1995 ? 5?0 tapið í Grikkalandi ? loysti Jákup Mikkelsen Jens Martin Knudsen av, og í síðsta dystinum í 1999 ? 2?0 tapið í Prag í dag fyri tveimum árum síðani ? fekk Jens Martin Knudsen møguleikan, eftir at Jákup Mikkelsen hevði vart málið í hinum EM undankappingardystunum (burtursæð frá tí fyrsta, tá Jens Martin var í málinum, inntil hann í Estlandi fekk reyða kortið).

Men í síðsta dystinum í 2001 var sami málverjin, sum hevði vart málið í hinum HM undankappingar dystunum. Jákup Mikkelsen stóð í Slovenia fyri 25. ferð í landsliðsmálinum. Eftir tey trý málini leygardagin eru í alt 47 mál farin ígjøgnum hjá Jákupi. Jens Martin Kndusen hevur higartil spælt 52 landsdystir, og tað eru farin 139 mál ígjøgnum hjá honum.

Jákup Mikkelsen var fyrstu ferð á landsliðnum í 1995 (longu í 1988 var hann fyrstu ferð eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen), og hann er nítjandi spælarin, sum í teimum 78 altjóða skrásettu landsdystunum hevur rokkið 25 landsdystum.


Metið hjá Óla

Í Slovenia var Óli Johannesen fyri 55. ferð á vøllinum í landsliðsørindum. Hetta er nýtt met. Gamla metið átti Allan Mørkøre, sum spældi fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar 12. september í 1990 vunnu 1?0 á Eysturríki. Allan Mørkøre var fyribils síðstu ferð á liðnum 6. juni í ár, tá mótstøðuliðið var Jugoslavia á Tórsvølli.

Óli Johannesen spældi fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar 5. august í 1992 í vinardysti á Svangaskarði spældu 1?1 ímóti Ísrael. Tá loysti Óli Johannesen síðstu 22 minuttirnar Allan Mørkøre av. Dysturin ímóti Ísrael var tann átjandi altjóða skrásetti landsdysturin. Í 19. dystinum, sum var í Wales (0?6), sat Óli allar 90 minuttirnar á beinkinum. Síðani tá hevur hann spælt hvørja ferð, tá hann ikki hevur verið skaddur, upptikin av próvtøku, ella tá hann hevur verið leikbannaður.