Leygarkvøldið fer Rás2 undir eina nýggja røð við Hvonn Live sendingum. Hetta eru sendingar, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn.
Í fyrstu sendingini luttaka politisku floksformenninir. Teir fara at práta um politikk og kappast í spurnarkapping. Eisini fer bodybuildarin Gunnar Hjelm at greiða frá, hvussu hann hevur strítt seg í toppform aftur.
Steintór Rasmussen gevur í næstu viku nýggja fløgu út. Tosað verður við hann um nýggju útgávuna, og Steintór spælir tveir nýggjar sangir live í sendingini.
Jákup Eli er við
Jákup Eli Joensen hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt við sanginum um Vanju. Hetta er sangur, sum er á fløgu, sum hann gav út fyri nøkrum vikum síðani. Jákup Eli hevur havt nakrar live-framførslur, síðani fløgan kom út, og nú verður hann við í Hvonn Live.
Tosað verður við Jákup Eli um at fáa eitt hitt í Føroyum, og Jákup Eli fer eisini at spæla sangin Vanja live í sendingini.
Jákup Eli er longu í holt við eina nýggja útgávu, sum hann ætlar skal koma fyri jól.
Hvonn Live verður sent leygarkvøldið frá kl. 19 til kl. 21. Fólk eru vælkomin á Hvonn at lurta, og annars ber til at hoyra alt á Rás2.
Myndatekstur:
Jákup Eli syngur kenda sangin hjá sær um Vanju í Hvonn Live leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen










