Jákup á Borg: Vit mugu halda høvdið kalt

Europa League: Fyrsta málið hjá B36 telur tvífalt, tí skal B36 halda høvdið kalt í hitanum

B36 skal í annaðkvøld spæla seinna dystin móti OFK Titograd úr Montenegro í 1. undanumfarinum í Europa League. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Gundadali, endaði við javnleiki 0-0.

 

Tað merkir, at um B36 megnar at skora í hitanum í Montenegro, so er nokk við einum javnleiki fyri at koma víðari. Tað ger eisini, at B36 betri tolir at koma afturum, skuldi Titograd lagt stórt trýst frá byrjan.

 

- Tað er so týdningarmikið at halda nullið, men skuldi tað hent, at teir fáa mál, so mugu vit halda okkum til spæliætlanina, tí eitt mál til okkum telir meir, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Hópurin fór avstað longu um vikuskiftið, so teir hava havt nakrar dagar at venja seg við hitan. Dysturin verður spældur um hálvgunn níggju tíðina um kvøldið. Tá hevur sólin farin niður fyri einum tíma síðan, og hitin liggur um eini 27 stig.

 

- Tað er ongin ivi um, at teir fara royna at spæla við høgri leikferð. Tí skulu vit vera klókir og ikki lata okkum lokka. Vit merktu tað á Gibraltar, eftir at hava verið nógv betri í Føroyum, so fingu vit nógv fleiri trupulleikar av teimum í seinna dystinum, sigur Jákup á Borg og leggur afturat:

 

- Vit skulu royna at fáa dystin at útspæla seg, sum hann bleiv í Føroyum. Tá klára vit í fleiri førum at pressa teir, meðan teir í flestu førum sendu innlegg í høvdið á verjuni hjá okkum, sigur venjarin hjá B36.

 

Allir mans tøkir

Venjarin sigur, at allir mans í hópinum er tøkir. Andrias H. Eriksen fór ikki við hópinum til Montenegro, tí hann hevur bæði verið plágaður av skaða, og skal verða pápi fyrsta dagin. Í mun til fyrra dystin er Robert Heðin Brockie tøkur aftur.

 

- Tað gekk væl í fyrra dystinum, so tað verða ikki fleiri broytingar. Kanska ein ella tvær. Tað er ongin orsøk at gera fleiri broytingar, tá tað gongur væl, sigur venjarin.

 

 

Dysturin millum Titograd og B36 verður í annaðkvøld klokkan 19.30 føroyska tíð.

 

Europa League:

Hósdagin:

Zalgiris (2) – (1) KÍ (Klokkan 18.00)

OFK Titograd (0) – (0) B36 (Klokkan 19.30)

NSÍ (1) – (6) Hibernian (Klokkan 19.45) Beinleiðis á FM1

 

Føroysk luttøka:

FH (3) – (0) FC Lahti (Klokkan 20.15)

Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen

 

Sarpsborg 08 (4) – (0) ÍBV (Klokkan 18.00)

Kaj Leo í Bartalsstovu