Jákup á Borg hjá B36 var eftir dystin harmur um, at teir ikki megnaðu at umseta fleiri málmøguleikar til mál.
- Hetta er eitt sindur frustrerandi. Spælið var í lagi, vit stríddust væl og vit koma til nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin. Vit royndu at trúgva upp á tað og hóast 1-1 ikki er nøkur katastrofa, so høvdu trý stig verið ógvuliga týdningarmikil, segði Jákup á Borg við Rás 2 eftir dystin.
B36 hevur ikki serliga góð hagtøl á Svangaskarði, og tað eru tað kanska onkur orsøk til, metir hann.
- Tað er eingin ivi um, at hasin vøllurin er gysiligur at spæla á. Tað eru toftamenn samdir við okkum í, og sjálvt teir gleða seg til at fáa nýggja vøllin og at fáa møguleikan fyri betri fótbóltsspæli. Tað er ein av orsøkunum. Toftamenn skulu tó hava rós fyri at vera raskir á heimavølli og teir gera tað trupult fyri mótstøðuliðið, segði Jákup á Borg, sum ikki vildi viðganga, at hann var nøgdur við eina stigið.