Jákup á Borg skaddur heim til Føroya

Í mun til liðfelagarnar, sum fara til Luksemburg í morginárini, setir Jákup á Borg seg í flogfarið heim til Føroya í morgin.

 

Undan ferðini til Danmarkar hevði Jákup á Borg trupulleikar við baklærinum, og hesir versnaðu bara, so B36-leikarin ikki setir seg føran fyri at spæla venjingardystin fríggjakvøldið. Hann vónar nú, at hann kann gerast tøkur til seinnu hálvfinaluna millum EB/Streym og B36, sum verður týskvøldið.