Jákup á Borg byrjar inni móti HB

Jákup á Borg fær sín fyrsta dyst frá byrjan, tá B36 skal spæla ímóti einum nógv skerdum HB-liðið

Stórdystur verður í Gundadali sunnudagin. B36 og HB hittast í grannauppgerð. Liðini hava fyri vana at kappast um fremsta sessin í deildini, annaðhvørt sínamillum ella við annað lið. Sum vant liggja liðini í ár sera jøvn – B36, á øðrum plássi, er eitt stig frammanfyri HB á fjórða plássi. Liðini hava ávíkavist 27 og 26 stig. EB/Streymur er fremst við 35 stigum!


Sama lið, størri vónir

B36 yvirhálaði HB seinasta umfar. Tað gjørdu teir við at vinna 0-1 á B71. Í hesum dysti byrjaði Jákup á Borg á beinkinum, men kom á vøllin í seinna hálvleiki.

– Sunnudagin verður Jákup helst inni frá byrjan, váttar Heðin Askham, venjari hjá B36, tá vit spyrja, um landsliðsleikarin byrjar inni.

Líkt er til, at hetta verður ein av heilt fáu broytingunum á liðnum hjá B36. Somu menn sum seinast sita í øllum førum uttanfyri. Hesir eru Súni Olsen og Herbert í Lon Jacobsen. Harnæst er far Ingi Højsted framvegis ikki spælt ein heilan dyst. Um hann so byrjar inni og verður tikin út, ella byrjar á beinkinum og verður settur inn, eins og teir báðar síðstu dystirnar, er eitt val Heðin Askham má taka áðrenn sunnudagin kl. 14.15, tá dómaraseðilin skal vera útfyltur.

Hóast at týdningarmiklir leikarar sita uttanfyri, er B36-venjarin bjartskygdur. – Í løtuni eru vit væl fyri. Vit hava verið eitt sindur skeptisk, men leikararnir eru langt frá niðurslitnir, hóast vit at kalla ongan summarsteðg hava havt, sigur Heðin Askham, sum kortini ikki vil góðtaka, at hansara menn eru favorittar.

– Í veruleikanum er Jákup á Borg einasti leikarin, sum er komin aftrat. Súni Olsen fær so ikki spælt sum er, og Herbert í Lon Jacobsen er skaddur, so liðið er at kalla tað sama sum tað alla tíðina hevur verið, men vónirnar eru bara blivnar størri, vísir Heðin Askham á.


Skaðar og leikbann

Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, letur illa at, tá spurt verður til støðuna í HB-leguni. – Poul Thomas Dam fór skaddur av vøllinum seinast. Johan Ejvind Mouritsen royndi at venja í gjár, men tað gekk illa. Fróði Benjaminsen er langtíðarskaddur og Kári Nielsen hevur leikbann, ramsar Rúni Nolsøe upp.

Hann vónar tó, at onkrir av hesum leikarum kunnu blíva tøkir. Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen eru tó heilt víst úti, men HB-venjarin vónar, at Johan Ejvind Mouritisen og Poul Thomans Dam koma fyri seg, hóast hann ikki er serliga bjartskygdur hesum viðvíkjandi.

– So B36 er stórfavorittur til henda dystin, slær Rúni Nolsøe fast. Hóast hetta og vánaligu manningarstøðuna, fer HB inn eftir øllum stigunum. – HB fer ongantíð inn eftir einum javnleiki, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB.