Uppstillingarfundur verður í Tofta skúla í annaðkvøld, og bygdarráðslimurin, Jákup Alfredsson Olsen, boðar í dag frá, at hann stillar ikki upp aftur á kommunuvalinum 8. november.
- Eg havi havt ta æru at vera valdur og at hava sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu hesa seinastu setuna, og eg vil nýta høvi at takka øllum, sum valdu meg í bygdaráðið, og somuleiðis takka teimum, sum eg havi sitið í bygdaráðnum saman við.
Jákup Alfredsson Olsen sigur í skrivi, sum heimasíðan hjá Nes kommunu prentar í dag, at hann hevur trivist væl í arbeiðnum.
- Hyggi eg fýra ár aftur í tíðina, haldi eg, at væl er komið av skafti í bygdarráðsarbeiðnum. Men, av ymiskum arbeiðs-og privatum orsøkum havi eg gjørt av ikki at stilla upp aftur hesaferð, men møguliga einaferð seinni, sigur Jákup Alfredsson Olsen.