Jóhannis í B36

Sum vit áður hava nevnt, so vóru leingi greiðar ábendingar um, at landsliðsleikarin, Jóhannis Joensen, í 2004 fór at spæla við B36.
Jóhannis hevur havt sáttmála við FS Vágur, men nú hesin sáttmálin er um at renna út, er tað staðfest, at ætlaða skiftið er veruleiki.
Hetta er fyrstu ferð, at verjuleikarin fer at royna seg í B36. Undan hesum hevur hann spælt fyri heimstaðarfelagið úr Vágum, eins og hann í fleiri ár var partur av liðnum hjá HB, har hann eisini tvær ferðir hevur verið við til at vinna gull í FM-kappingini.