Bjerringbro-Silkeborg er einasta danska mansliðið, sum hevur spælt seg víðari í evropeisku hondbóltskappingunum í ár. Tað var longu greitt áðrenn Jóhan á Plógv Hansen og teir í gjár spældu ein týdningsleysan 27-27-javnleik á heimavølli ímóti sveisiska Pfadi Winterthur. Støðan í hálvleikinum var 15-15.
Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur útmerkað seg sum høgri vongspælari, slapp í dag at royna seg á høgra bakki. Hann skeyt eitt mál. Toppskjútti hjá danska liðnum var Allan Damgaard við seks málum.
Bjerringbro-Silkeborg hevur nú spælt seg víðari úr bólkaspælinum í EHF Cup, har teir skulu spæla fjórðingsfinalu. Enn vita teir ikki hvørjum teir skulu møta – lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður nevniliga týsdagin kl.13.00 føroyska tíð.
Sum eittari í sínum bólki í kappingini, so er Bjerringbro-Silkeborg styrkismett til fjórðingsfinalurnar. Tað merkir, at teir skulu spæla ímóti einum 2'ara úr einum øðrum bólki, og at teir fáa heimadyst í seinna dystinum.