Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg spældu í kvøld fyrsta dystin í nýggja kappingárinum í donsku landskappingini.
Dysturin var á útivølli ímóti Skanderborg Håndbold, og Bjerringbro-Silkeborg vann dystin greitt 36-25 eftir at hava verið á odda 18-10 í hálvleikssteðginum.
Jóhan var ikki blíður við sítt gamla felag og gjørdist toppskjútti í dystinum við níggju málum. Sjey av hesum komu umvegis brotskast.
Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg verður næsta mánakvøld heima í JYSK Arena ímóti SønderjyskE.











