Jóhan aftur á landsliðnum

Føroyski hondbóltsleikarin er nú aftur úttikin til danska A-landsliðið.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen fær nú aftur møguleikan á danska A-landsliðnum í hondbólti. Tað er greitt, nú danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, í dag hevur úttikið hann.


Jóhan á Plógv Hansen varð ikki úttikin til upprunaliga hópin, men Tim Sørensen er blivin skaddur, og í hansara stað er føroyski høgri vongurin, sum spælir við Bjerringbro-Silkeborg, nú sloppin.


Hetta skerda danska landsliðið venur fram ímóti Golden League, sum verður spælt í Noregi fyrst í apríl.


Skráin:

5. apríl kl. 19.45: Frakland – Danmark
7. apríl kl. 14.30: Danmark – Ísland
8. apríl kl. 17.15: Noreg – Danmark


Danski hópurin:


Málverjar
Emil Nielsen
Kevin Møller

 

Vongleikarar
Jóhan á Plógv Hansen
René Rasmussen
Magnus Landin
Magnus Bramming

 

Strikuleikarar
Anders Zachariassen
Magnus Saugstrup
Alexander Lynggaard

 

Bakkar
Mads Mensah
Rasmus Lauge
Niclas Kirkeløkke
Nikolaj Øris
Frederik Clausen
Jacob Holm
Nikolaj Markussen
Lasse Møller
Mikkel Hansen (er bara við frá 2. - 4. apríl)