Okkum barst frá at fylgja Jógvani til gravar, tí vil eg minnast Jógvan við nøkrum fáum orðum. Eg havi kent Jógvan alt mítt lív. Familjur okkara vóru bundnar saman, við tað at ein systir hansara giftist við beiggja mínum, og ein systir mín giftist við beiggja hansara. Tó at eg annars ikki havi havt so nógv við Jógvan at gera gjøgnum lívið, so hava vegir okkara krossað alla tíðina. Longu sum níggju ára gamal var eg fyrstu ferð saman við honum. Teir høvdu tá í tíðini ein bát í Klaksvík, “Sendiboðið”, sum varð nýttur til at boða evangeliið við. Hvørt ár, tá í nøkur ár í fjørutunum, brúkti Jógvan summarfrítíð sína til at sigla í Sundalagnum og á Skálafjørðinum og halda møti saman við pápa mínum og øðrum monnum. Tað árið, sum eg fyrstu ferð var við, vóru tað, umframt teir báðar, Theodur við Keldu, Dánjal beiggi mín og Tom Nicolejsen, vanliga róptur fergu Tom úr Havn, og so eg og beiggi mín Hans Christian, sum vóru samádreingir.
Tað eru aðrir, sum eru nærri til at skrivað um Jógvan enn eg, men eg eri glaður um, at eg fekk lov at fáa nakrar túrar í lag saman við Jógvani, nú hann var vorðin gamal, men hevði so góðan hug at koma til nøkur pláss, sum hann ikki hevði verið í fyrr. Vit gjørdu ein túr til Hest, ein til Koltur og ein til Skúvoy og Stóru Dímum. Alla staðni var tað hetta, sum Jógvani lá mest á hjarta, tað at siga nøkur orð ella syngja ein song um Jesus. Eg eri glaður fyri, at eg kundi gera hesar túrarnar saman við gamla samarbeiðsmanni pápa míns.
Harrin styrki teg Astrid góða og øll tíni.
Ærað veri minnið um Jógvan Gerðalíð.
-----
Richard Danielsen.