Ritgerðin ber heitið: ”The Theology of Music”. Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.
Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.
Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum. Jógvan er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík.










