Jógvan við Keldu og Rolf Guttesen avtala, at tilfeingisrenta fer í eftirlønargrunn!

Rolf Guttesen

Nýbrot hendi í gjár í orðaskiftinum um tilfeingisrentu av fiskaríkidøminum á føroykum sjóøki, sum eftir lógini er ogn Føroya fólks. Í greinum í bæði Sosialinum og Dimmu, tekur Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður og núverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú undir við hugsanini um tilfeingisrentu.

Jógvan skrivar, eftir at hava hugsa seg um og víst á nøkur fyrivarni, soleiðis: Áhugavert kundi verið at spurt bæði løgmann, Rolf Guttesen og Kára Petersen, um nú tilfeingisrentan gjørdist veruleiki, um hon kundi verið brúkt t.d. til part av eftirlønargrunni fyri arbeiðaran í Føroyum, so hon veruliga kom á eitt neyðugt stað, heldur enn at farið beinleiðis í landskassan

Har er bert eitt lítið fyrivarni í kósskiftinum, og tað er, at tilfeingisrentan ikki skal fara beinleiðis í landskassan, men í ein eftirlønargrunn, sum skal gera aldurdómin eitt sindur mildari hjá arbeiðandi fólkinum. Og tað má sigast at vera heilt rímuligt.

Eg haldi, at tað er fínt, at Jógvan sær, at hatta við einari góðari eftirløn, er nakað: so hon (tilfeingisrentan) veruliga kom á eitt neyðugt stað.. Við hesum er vunnið nakað á tveimum týðandi økjum. Fólkaflokkurin skjýtur upp ein eftirlønargrunn fyri arbeiðaran í Føroyum, og samstundis fær hann, sum tann fyrsti, loyst tað konkreta málið við tilfeingisrentuni, at hon skal innkrevjast og hvussu hon kann brúkast. Hetta er veruligt nýbrot!

Eg kann sjálvandi ikki svara fyri, hvat ið løgmaður, Jóannes Eidesgaard og Kári Petersen, vilja svara. So væl kenni eg teir ikki. Og hvønn Kára Petersen, ið Jógvan meinar við, er ikki klárt. Har er bæði ein telvari, ein sangari, ein róðrarmaður, ein chaufførur, sum bera hetta góða navn. Kanska havi eg bara ikki lisið bløðini nóg væl.

Men eg ivist onga løtu í, at teir báðir, hvør Kári so er, taka hetta nýbrot, og hetta tilboð frá Fólkaflokkinum um sum nakað sera positivt. Jógvan rættir fram semjuhond, og eg skal vera skjótur at siga takk fyri