Jógvan Rói Davidsen er úttikin til føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni. Liðskiparin hjá HB er nýggjur í hópinum saman við liðfelaganum Magnusi Egilsson til Nations League dystirnar móti Malta og Kosovo. Eftir steypaósigurin er hetta eitt lítið plástur á sárið.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Ja, tað er tað hóast alt, men eg havi hitt í kroppinum enn. Í dag eri eg glaður og stoltur. Eg kann ikki lúgva meg frá, at eg var bittur eftir steypafinaluna, men eg fekk eitt smíl tá boðini komu, sigur Jógvan Rói Davidsen við FM1.
26 ára gamli høgri bakkurin hevur altíð havt ein kærleika til landsliðið, men hevur ikki hugsað so nógv um møguleikan.
- Eg hugsaði nógv um tað fyrr, men kanska ikki so nógv nú. Eg eri ikki ungur, men javnaldarnir hjá mær hava verið á landsliðnum síðani teir vóru 18 ár. Eg kann siga, at míni vinmenn skuldu altíð hava troyggir frá Premier League, men minnist væl at eg skuldi hava føroysku troyggjuna. So tað hevur altíð verið okkurt í tí, sigur Jógvan Rói Davidsen.
Nations League dysturin móti Malta verður 7. septembur á Tórsvølli, meðan dysturin móti Kosovo 10. septembur er á útivølli.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Molde BK (NOR)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ