Jógvan Rói: HB hevur nógv at arbeiða við

(Rás2) Hoyr ein sjálvatfinningarsaman liðskipara hjá HB, Jógvan Róa Davidsen seta orð á 0-3 tapið ímóti KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá HB, Jógvan Róa Davidsen sum saman við liðfeløgunum legði rygg til eitt 0-3 tap á heimavølli ímóti javnaldranum, KÍ.

 

- Vit eru ov veikir við deyðbóltsstøðurnar, staðfestir HB-liðskiparin.

 

Jógvan Rói Davidsen viðgongur, at hann og liðfelagarnir hava nógv at arbeiða við ta komandi tíðina, men hann undirstrikar, at tað prátið taka teir í umklæðingarrúminum, og ikki alment. Jógvan Rói minnir eisini á, at HB hevur nógvar ungar spælarar sum eru í einari menningartilgongd. 

 

Komandi leygardag tekur HB ímóti FM-vinnarunum hjá Víkingi á ovara vølli í Gundadali. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum trimum málunum KÍ fekk ímóti HB, og samrøðan Tróndur gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ kunnu hoyrast HER