Tá finalan í stóru íslendsku sangkappingini, Söngvakeppnin, verður í Hörpuni í Reykjavík um eina viku, leygarkvøldið 2. februar, verður 34 ára gamli klaksvíkingurin, Jógvan Hansen, ein av finalistunum, í duett saman við 20 ára gomlu Stefaníu Svavarsdóttir.
Í kvøld megnaðu tey bæði at syngja seg í finaluna, sum hesa ferð telur tilsamans sjey sangir, so enn er verri enn so alt avgjørt. Sangin hjá teimum báðum, Til þín, hava Sveinn Rúnar Sigurðsson og Ágúst Ibsen yrkt í felag og Sveinn Rúnar hevur gjørt lagið.
Hetta er fyrstu ferð, at Stefanía Svavarsdóttir er við í íslendsku sangkappingini, men Jógvan er við fyri fjórðu ferð, tí hann sang I Think The World Of You í 2009, One More Day í 2010, tá hann endaði næstfremstur, og í 2011 sang hann Ég lofa.
Kappingin í kvøld og í gjárkvøldið lagaði seg soleiðis, at tríggir sangir komu víðari í gjárkvøldið og tríggir í kvøld, og harumframt hevur ein fjórði sangur fingið eitt sokallað wild card, sum reglurnar geva møguleika fyri, um tætt er millum avrikini í hálvfinalunum.
Sostatt eru sangirnir í finaluni hesir:
Til þín (Jógvan Hansen & Stefanía Svavarsdóttir)
Ég syng! (Unnar Eggertsdóttir)
Vinátta (Haraldur Reynisson)
Meðal andanna (Birgitta Haukdal)
Lífið snýst (Svavar Knút & Hreindís Ylva)
Ég á líf (Eyþór Ingi Gunnlaugsson)
Ekki líta undan (Magni Ásgeirsson)
(Mynd: Ólóf Erla)