Tað verða Dánjal Samuelsen og Heri Petersen, ið fara at døma seinna finaludystin hjá kvinnum í Vestmanna leygardagin.
Upprunaliga stóðu Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe sum dómarar til dystin, men teir hava givið avboð vegna at Jógvan skal spæla fótbóltsdyst.
Les Eisini: Hesir døma FM-finalurnar
Í viðmerking sigur Jógvan Skeel Nolsøe at hann er harmur um, at ikki ber til at døma leygardagin.
Orsøkin er óheppin tíðarsamanrenning, ið ger at hann hevur kent seg noyddan at taka eina persónliga avgerð um at taka ábyrgdina sum fótbóltsleikari í fremstu røð.
Jógvan er harmur um støðuna, ið millum annað er komin av, at kappingarárið endar nakað seinni enn vanligt.
Nýggir dómarar eru settir til dystin, ið verður leygardagin klokkan 16.00 í høllini í Vestmanna.
Tað verða Dánjal Samuelsen og Heri Petersen, ið døma dystin í staðin.