Jógvan nýggjur tekniskur leiðari

Jógvan Ósá er nýggi tekniski leiðarin í Eysturkommunu og avloysir hann sostatt Andreas Andreasen, sum í november í fjør takkaði fyri seg eftir tíggju ár í sessinum.


Eysturkommuna upplýsir á heimasíðu síni, at átta umsóknir vóru til starvið, tá umsóknarfreistin var úti 23. apríl.


- Jógvan var settur grundað á sína útbúgving, royndir og persónligu evnini at menna tænastustøðið og tekniska økið framyvir, skrivar kommunan í grundgevingini á heimasíðuni og upplýsir, at Jógvan Ósá er útbúgvin byggifrøðingur við kandidat innan leiðslu og informatikk.


Nýggi tekniski leiðarin er ikki fremmandur í starvinum, ið hann nú skal røkja, tí síðan desember hevur hann verið fyribils settur sum tekniskur leiðari í kommununi og hevur hann eisini starvast sum byggimálsviðgeri hjá kommununi.