Millum luttakararnar á skeiðnum hava verið Henrik Larsen, John Faxe Jensen, Morten Wieghorst, Stig Tøfting, Kent Nielsen, Johnny Mølby, Erik Rasmussen og Jess Thorup.
Fyrrverandi landsliðsvenjarin sigur við Rás2, at hann hevur nógv størri kunnleika til fótbóltsspælið nú. Hann hevur serliga ment mentalu og kropsligu venjingarhættirnar.
Hann skrivaði høvuðsuppgávu um kropsliga fótbóltsvenjing.
Jógvan Martin Olsen hevur ferðast javnan millum Føroyar og Danmark seinastu tvey árini fyri at taka lut á neyðugu fyrilestrunum. Hann hevur verið venjari í fleiri ár, og hansara drúgvu royndir vóru lykilin til útbúgvingina.
Venjarin hjá Víkingi er fyrsti føroyingurin, sum hevur útbúgvingina.










