Jógvan Martin heldur tað kann gerast uppaftur betur

Royndi hjálparvenjarin hevði ongantíð sæð føroysku spælararnar so vónbrotnar, sum teir vóru í umklæðingarrúminum eftir dystin leygardagin

FØROYAR?SKOTLAND

Síðani á vári í 1996 hevur hann verið hjálparvenjari á landsliðnum. Tey fyrstu árini var hann, so segði maðurin, við fyri at læra. Tey seinnu árini saman við Allani Simonsen mentist hann til at vera tann, sum Allan Simonsen lurtaði nógv eftir og fylgdi ráðunum hjá.
Tað er Jógvan Martin Olsen, sum talan er um. Nú nýggjur landsliðsvenjari er settur, er tað týðuligt, at leikluturin hjá hjálparvenjaranum er ikki vorðin minni. Í venjingunum upp undir dystin ímóti Skotlandi, var tað hjálparvenjarin, sum tóktist hava ábyrgdina av taktisku venjingunum, nú nýggjur leikháttur skuldi roynast.
Tað var ikki so undarligt. Fyrsta ferðin, landsliðið royndi nýggju spælskipanina, var í venjingarleguni á Kypros í februar. Tá hevði Jógvan Martin Olsen ábyrgdina, og úrslitini boðaðu frá, at føroysku spælararnir vóru komnir væl eftir nýggju skipanini. Februar er ikki besta fótbóltstíðin hjá føroyingum. Men tapið fyri Póllandi gjørdist 2?1, og so vunnu Føroyar 1?0 á Liktinstein.
Jógvan Martin var fegin um, at leikliga avrikið hevði verið so gott ímóti Skotlandi, men hann harmaðist um úrslitið:
? Eg havi ongantíð sæð føroysku spælararnar sitið so vónbrotnar í umklæðingarrúminum eftir dystin, sum teir gjørdu hesa ferð. Tað var heilt týðuligt, at allir sótu við kensluni av, at vit høvdu tapt tvey stig og ikki vunnið eitt stig, og tað var øll orsøk at sita við tí kensluni. Eg haldi ikki, at liðið hevur spælt betri, enn tað gjørdi hesa ferð.
Tað leggur upp til eina spennandi ferð til Litava og Týskalands?
? Nú skulu vit sláa kalt vatn í blóðið. Sjálvandi verður tað spennandi at spæla teir báðar dystirnar, men tað verður torført. Nú fara teir at studera dystin hjá okkum ímóti Skotlandi og finna fram til okkara veikleikar. Litava eigur eitt gott lið, og Týskaland nýtist eg ikki at siga meiri um.
Eru tað fleiri veikleikar?
?Avgjørt. Tú skalt minnast til, at vit bara hava spælt við hesi skipanini síðani tíðliga í vár. Royndir spælarar eru givnir, og nýggir ungir menn eru komnir inn á liðið. Tað tekur tíð at spæla eitt lið saman. Eg haldi, at vit skulu síggja hesa kappingina sum eitt royndartíðarskeið, har tað verður arbeitt við at rætta spælið til ? serliga í verjupartinum. Tá vit hava bóltin skulu spælararnir nýta hugflogið ? teir vístu enn eina ferð, at tí eiga teir nógv av ? men tá mótstøðumenninir hava bóltin, skulu okkara halda seg til avtalurnar.
Hvat hugsar tú um kann gerast betur?
? Eitt nú avtalurnar um uppbakkingina. Vit sóu fleiri ferðir, at sentralu miðvallararnir báðir í senn vóru í brotsteiginum hjá skotum. Tað er í lagi, men bara um tað eru greiðar avtalur um, hvussu ytstu menninir í verjuni bakka upp.
Tað er torført at ímynda sær, at tað verður betur um tvey ár, tí tá vera tað fleiri av spælarunum, sum kanska vera farnir um besta fótbóltsaldurin?
? Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Men tað er hugaligt at staðfesta, at ungu menninir taka ábyrgd, og tað hevur heilt nógv at siga fyri menningina, at eitt nú Jón Rói Jacobsen og Hjalgrím Elttør fáa tær royndirnar, sum teir fingu í dag. Eg havi havt við yngru landsliðini at gera í nógv ár, og eg veit, at tað eru fleiri ungir evnaríkir spælarar, sum á t. d. U?19 landsliðnum hava víst, at teir verða førir fyri at halda Føroyar á tí støðinum, har vit nú eru og at menna liðið uppaftur meir. Teir koma jú á a?landsliðið við altjóða royndum. Tað gjørdu teir, sum nú eru veteranar, ikki.