Jógvan klárað seg betur enn væntað

? Jógvan á Lakjuni er tann landsstýrismaðurin í hesari samgonguni, sum hevur yvirraskað mest positivt, heldur ein fyrrverandi landsstýrismaður við mentamálum. Hósmorgunin helt Jógvan á Lakjuni eitt ára dagin í Mentamálaráðnum

Jógvan á Lakjuni bjóðaði rundstykki í Mentamálaráðnum hósmorgunin. Høvið var, at hann hevði sitið í eitt ár sum landsstýrismaður í einum ráði, sum í fleiri ár var merkt av støðugari útskifting og nógvum ófriði.
? Eg haldi, at tað var vert at markera, at eg havi verið landsstýrismaður í eitt ár ? eisini fyri at minna fólk á, hvussu skjótt tíðin gongur. Tað virkar, sum eg tók við í gjár, sigur Jógvan á Lakjuni.
Síðani Eilif Samuelsen sat sum landsstýrismaður í mentamálum fram til 1998, hevur tað verið ein støðug útskifting av landsstýrismonnum í hesum ráðnum. Signar á Brúnni helt í umleið tvey ár, men síðani 2000 hava politikarar sum Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Annlis Bjarkhamar og Annita á Fríðriksmørk sitið í styttri tíðarskeið.

Baklandið er hornasteinurin
Fyrstu ferð síðani 2000 kann ein landsstýrismaður við mentamálum halda sín eitt ára dag. Hvat hevur tú gjørt fyri at sita so leingi?
? Tað veit eg ikki. Tað kunnu onnur betur meta um enn eg. Kanska er tað tí, at tað hevur valdað góður friður í samgonguni sum heild. Hornasteinurin er altíð, at politiska baklandið er í lagi, og at tú hevur undirtøku fyri tí, sum tú gert, sigur Jógvan á Lakjuni.
? Orsøkin til, at tað hevur verið góður friður hetta árið, er ikki, at einki er hent. Vit hava avgreitt fleiri stór mál ? millum annað samanleggingar av skúlum og loftmiðlum. Tað politiska abc'ið er, at áðrenn tú fert í holt við nakað, mást tú hava tryggjað tær undirtøku fyri tí, og tú skalt fyrireika málini væl, áðrenn tú meldar nakað út. Tað havi eg roynt at gjørt mær ómak við.

Tobbi imponeraður
Ein av politikarunum, sum hevur verið landsstýrismaður við mentamálum í eina tíð seinastu árini, er Torbjørn Jacobsen. Hann heldur, at Jógvan á Lakjuni hevur klárað sína uppgávu væl.
? Eg plagdi at halda, at Jógvan á Lakjuni sum framsøgumaður í mentamálum ofta úttalaði seg um mál uttan at virka sannførdur um tað, sum hann hevði at bera fram. Men sum landsstýrismaður hevur hann klárað seg væl.
? Jógvan á Lakjuni er tann landsstýrismaðurin í hesari samgonguni, sum hevur yvirraskað mest positivt. Hann hevur klárað at tikið avgerðir, sum hann hevur hildið fast um, og uttan at fólk eru farin at gartera um tað, sigur Torbjørn Jacobsen.