- Tað ikki er ein spurningur um at dáma ella ikki, men um heimildirnar hjá einum landsstýrismanni, og rættindini hjá fólkinum, sigur Niels Arge Galán í aftursvari. Jógvan á Lakjuni segði í gjár við Planet, at honum ikki dámar tónleikin hjá 200, tí tað sambært honum ikki er tónleikur.
Hesum gevur forsangarin Niels Arge Gálan ikki stóran ans.
- Tónleikurin er ikki gjørdur til typur sum Jógvan á Lakjuni, so tað er bara gott, at hann ikki dámar okkara tónleik, sigur Niels Arge Galán í aftursvari til Jógvan á Lakjuni.
Er ikki ein spurningur um at dáma
Hóast Niels Arge Galán sigur, at tónleikurin ikki er gjørdur til Jógvan á Lakjuni, so sigur hann samstundis, at tað ikki er ein spurningur um at dáma.
- Málið snýr seg ikki um tónleikin, men um hvørt tað er rætt ella skeivt av einum politikara at blanda seg uppí slík viðurskifti, sigur Niels Arge Galán.
Jógvan á Lakjuni segði í gjár við Planet, at tá ið hann nevndi 200 frá tingsins røðarapalli fríggjadagin, sipaði hann til lagið hjá 200 um Jenis av Rana.
- Eg skilji ikki hví Jógvan á Lakjuni tosar um eitt lag, sum bleiv gjørt í 2005, og sum vit helst ikki spæla longur. Og vit hava aldrin sagt, at lagið er um Jenis av Rana, sigur Niels Arge Galán.










