Jeff Bezos er ikki eitt navn, sum fólk í gerandisdegnum hugsa um ella vita, hvør er. Men tá sagt verður, at hann er stovnarin og eigarin av Amazon.com, so kenna nøkur ta heimasíðuna.
At vera hin fyrsti, sum gjørdi tað møguligt at keypa bøkur á internetinum hevur ført til, at Jeff Bezos í dag er nummar 19 á listanum yvir heimsins ríkastu persónar.
Hann sigur sjálvur, at hann altíð hevur havt sera stóran áhuga í rúmdarferðum, og at hann sum smádrongur spentur fylgdi við, tá Apollo 11 gjørdi sína ferð til mánan.
Eftir at verða blivin fleiri ferðir milliarderur stovnaði Jeff Bezos sína egna privata rúmdarfelag, Blue Origin, sum millum annað hevur fingist við at leita eftir rakettunum frá Apollo 11.
Og her er tað, at klaksvíkingurin, Jógvan á Lakjuni, kemur inn í myndina.
- Eg havi arbeitt hjá norska reiðarínum í góð fýra ár nú, og havi verið við til fleiri spennandi uppgávur. Reiðaríið eitur Swire Seabed, og vit hava í løtuni tvey skip, sigur Jógvan á Lakjuni, ið er yvirstýrimaður umborð á øðrum av skipunum, Seabed Worker.
Hann fór avstað 27. februar, og var aftur á klettunum 27. mars, og í tí tíðarskeiðinum hevur Seabed Worker fingist við at bjarga rakettunum frá Apollo 11.
- Vit fingu útrokningar frá NASA um, hvar rakettirnar mest sannlíkt lógu, og vit leitaðu so har á leiðunum. Vit hava egnan undirvatnsbát, ein sonevndan ROV (Remotely Operated Vehicle), ið kann fara heilt niður á 5.000 metrar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Í nógvum miðlum
Søgan um fundið av Apollo 11 rakettunum hevur funnið vegin til altjóða miðlar, og norðurlendsku miðlarnir vísa einamest til enska blaðið, The Independent.
NRK skrivar, at »Historisk funn av rakettmotorer i Atlanterhavet kan stamme fra menneskets første ferd til månen«, og vísir til handilsmannin og stovnaran av netbókrisanum Amazon, Jeff Bezos, og tað, hann skrivar á sínari blogg, at hansara rannsóknarferð hevur bjargað tveimum rustaðum pørtum av F-1 motorunum frá Apollo 11 ferðini í Atlantarhavinum.
NRK sigur víðari, at NASA stjórin, Charles Bolden, hevur sagt, at talan er um søgulig fund.
Eg ynski rannsóknarferðini tillukku fyri sína avgerðarstyrki og treystleika í bjarganini av hesum týdningarmiklu lutum, sum hoyrir til okkara fyrstu roynd at senda fólk upp á mánan, sigur Bolden.
Eisini í norska Dagbladet verður rannsóknarferðin umrødd. Blaðið skrivar, at rannsóknin hevði støð í Cape Canaveral, og at rustaðu lutirnir vórðu funnir á 4.300 metra dýpi 579 kilometrar frá Cape Canaveral.
Blaðið skrivar eisini, at lutirnir eru illa farnir, tí bara 165 ssekund inn í ferðina, slepti høvuðsrakettin teimum báðum motorunum 107,8 kilometrar uppi í luftini.
Danska Ekstrabladet skrivar, at ætlanin hjá Jeff Bezos er at umvæla motorarnar og stilla teir út. Talan er um tveir motorar, og annar skal efti ætlan stillast út á Smithsonians Institution's National Air and Space Museum, meðan hin skal stillast út á Museum of Flight í Seattle, har Amazon.com hevur høvuðsskrivstovu sína.
Góða útgerð
Jógvan á Lakjuni, yvirstýrimaður, sigur, at skipið er ógvuliga væl útgjørt.
- ROV'arin er sera væl útgjørdur við ørmum nærum sum eitt menniskja. Á ROV'aranum eru saksar, sum kunnu klippa ígjøgnum og sum kann skræða plátur sundur, og alt verður sum nevnt stýrt frá skipinum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at enn vantar at staðfesta, um nakrir av lutunum eru frá Apollo 11.
- Vit vita, at nakrir av lutunum eru frá Apollo 12 og frá Apollo 13, so nú skulu lutirnir kannast fyri seriunummur og annað, ið kann staðfesta, um nakrir lutir eru frá søguliga Apollo 11, sigur Jógvan á Lakjuni.
At Jeff Bezos hevur stóran áhuga í rúmdarferðum og rúmdarviðurskiftum vísir, at hann var við á ferðini.
- Har vóru bæði Jeff Bezos, mamma hansara, fosturpápi hansara, ein bróður og ein svágur við, og tað var ógvuliga áhugavert at práta við kenda mannin, sigur Jógvan á Lakjuni.
Rakettmotorarnir frá Apollo ferðunum er eitt fund í sjálvum sær, og annað er, at teir vórðu funnir á knapt 4.300 metra dýpi.
- ROV'arin kann fara niður á 5.000 metrar, men hóast rakettmotorarnir vórðu funnir á 4.300 metrum, er hetta kortini ikki djúpsta bjargingin nakrantíð, sigur Jógvan á Lakjuni.
Bezos spentur
Inni á heimasíðuni hjá Jeff Bezos, www.bezosexpeditions.com ber til at lesa, hvat høvuðspersónurin sjálvur sigur.
Hann er ógvuliga fegin um hepnu rannsóknarferðina og umrøður teir nógvu lutirnar, sum eru bjargaðir.
»Fleiri av upprunaligu seriunummurunum er burtur ella partvíst burtur, og tað fer at gera tað trupult at eyðmerkja lutirnar. Kanska kemur meira undan kavi undir umvælingini. Lutirnir sjálvir er ótrúligir«, skrivar Jeff Bezos.
Víðari skrivar Bezos:
»Vit taka við til lands nógvar lutir, ið er nóg mikið at samla tveir F-1 motorar. Umvælingin fyri framman fer at stabilisera lutirnar og forða fyri víðari rustan. Vit vilja hava lutirnar at siga sonnu søguna, ið umfatar 5.000 fjóðringa ferðina inn aftur í atmosferuna við fylgjandi niðurslag í sjógvin. Vit eru spentir upp á at hava fingið hendur á lutunum og at stilla teir út«.
Eisini nýtir hann høvi at takka ølluim teimum mongu, ið vóru við á ferðini. Vanliga eru teir um 30 umborð, men hendan túrin vóru tey heili 59 fólk við.
48 tons av silvuri
Hetta hevur sjálvandi verið ein áhugaverdur túrur hjá Seabed Worker og Jógvani á Lakjuni, men teir hava havt enn meira krevjandi uppgávur.
- F-1 rakettmotorarnir lógu á knapt 4.300 metra dýpt, men í fjør summar bjargaðu vit silvuri, ið lá á 4.700 metra dýpi, sigur Jógvan á Lakjuni.
Á heimasíðuni hjá Swire Seabed stendur at lesa, at hetta arbeiðið var gjørt fyri Odyssey Marine Exploration. Talan var um tilsamans 1203 silvur barrur svarandi til 1,4 milliónir troy unces.
- Talan er um tvey skip, Mantola og Gairsoppa, og roknað verður við, at um 200 tons av silvuri er umborð á teimum báðum skipunum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Farið verður undir at bjarga silvuri úr skipunum aftur í summar.
- Fáa vit øll 200 tonsini upp úr skipunum verður roknað við, at tað hevur eitt virði av 1,2 milliardum krónum, sigur Jógvan á Lakjuni, ið nú eigur nakrar dagar heima, áðrenn leiðin gongur umborð aftur á knapt 89 metur langa Seabed Worker.