Jógvan Hansen við nýggjum sangi

Føroyska poppstjørnan í Íslandi hevur júst givið nýggjan sang út. Sangurin verður spældur, tá Jógvan Hansen vitjar í sendingini Summartíð á Rás2 í morgun Jógvan Hansen er poppstjørna í Íslandi, men nú er hann heima í summarfrí. Við sær hevur hann ein spildurnýggjan sang, sum júst er givin út í Íslandi. Sangurin verður fyri fyrstu ferð spældur á Rás2 í morgun.

 

Sangurin kallast Cecilia, og hann er skrivaður av Huldur Birnu Eiriksdóttir og Petur Hans Niclasen.

 

Eisini fer Jógvan Hansen at spæla live í sendingini Summartíð í morgun.

 

Summartíð kann hoyrast á Rás2 í morgun millum kl. 9 og 12.